Claus: Kyndil gav upp alt ov skjótt

(Frá Rás2) Hoyr hondbóltsviðmerkjaran, Claus Rasmussen taka samanum dystin millum Kyndil og H71

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samanumtøkuna, sum Hilmar Jan Hansen og Claus Rasmussen høvdu á Rás2 aftaná H71 hevði vunnið sannførandi 27-16 (14-10) á Kyndli í høllin á Hálsi.

 

Claus Rasmussen heldur, at kyndilsmenn góvu upp alt alt ov tíðliga í dystinum. Hann heldur munandi betur standa til hjá H71 har tað nú er sera hørð kapping um plássini.

 

Claus Rasmussen er sera harmur um, at sterki strikuspælarin hjá H71, Helgi Hoydal er úti tað, sum eftir er av kappingini. Hann heldur talan verða um ein stóran miss fyri bæði H71 og tað føroyska U21 landsliðið, sum skal kappast í HM-endaspælinum í Algeria í juli.