TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr løtuna á Rás2 tá frásøgumaðurin, Hilmar Jan Hansen og viðmerkjarin, Claus Rasmussen tóku samanum dystin í FTZ-deildini millum Neistan og KÍF, sum Neistin vann 24-16 (14-9)
Claus Rasmussen heldur, at KÍF er eitt spennandi lið, sum er á veg uppeftir, men í dag riggaði tað ikki hjá KÍF. Claus heldur, at KÌF fekk ov nógvar býttar útvísingar, og við trimum ímóti seks spælarum á vøllinum vinnur ein ongan dyst, og so slettis ikki, tá bara 16 verða skotin í einum hondbóltsdysti.
Clasu Rasmussen staðfestir, at eitt oddalið sum Neistin hevur tað lættari við at skora mál, og kontrarenningarnar hjá Neistanum riggaðu eisini framúr væl ímóti KÍF í dag.
Støðan: