TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr metingarnar hjá Claus Rasmussen, hondbóltsviðmerkjara. Claus verður viðmerkjari, tá Hilmar Jan Hansen fer at siga frá Coca Cola steypafinaluni hjá kvinnum millum Neistan og VÍF.
Claus hevur Neistan, sum rættiliga greiðan favoritt ímóti VÍF í kvinnufinaluni. Í mansfinaluni hevur Claus H71, sum favoritt at knógva Neistanum.
Rás2 byrjar at senda hondbóltsupptakt klokkan 12 í morgin. Hilmar Jan Hansen sigur frá kvinnufinaluni. Tróndur Arge sigur frá mansfinaluni, og har verður Julian Johansen viðmerkjari.
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.