Claus bjargaði Blackpool jólastig

Fyrrverandi føroyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen var stóra hetjan, tá ið Blackpool spældi í næstbestu ensku fótbóltsdeildini annan jóladag

Fótbóltur

 

Annar jóladagur er ein stórur fótbóltsdagur í Onglandi, og hendan dagin helt Claus Bech Jørgensen við sínum fyrsta máli í hesum kappingarárinum.

Blackpool spældi á útviølli ímóti Sheffield Unted, og fleiri enn 26.000 áskoðarar vóru til dystin. James Beattie, sum fyrst misnýtti brotsspark, legði Sheffield United á odda í fyrra hálvleiki. Tá ið góðir 20 minuttir vóru eftir at spæla javnaði Claus Bech Jørgensen fyri Blackpool, og 1-1 gjørdist úrslitið av dystinum.

Úrslitið var kanska serliga gott, tí Blackpool fekk longu í 8. minutti ein spælara vístan av vøllinum og spældi tí 10 móti 11 meginpartin av tíðini.

Venjarin hjá Sheffield United, Bryan Robson, harmaðist eftir dystin um, at hansara spælarar høvdu misnýtt nógv góð tilboð, men tað løgdu teir fegnu Blackpool-spælararnir líka í. Blackpool er nú á 17. plássinum í enska Championship. Trý stig eru niður til niðurflytingarstrikuna.