Clarkson bakkar ikki

Kendi bretski sjónvarpsverturin Jeremy Clarkson noktar fyri at geva forsætisráðharranum Gordon Brown eina umbering fyri at hava kallað hann ein idiot. Jeremy Clarkson er kendur úr bilasendingini Top Gear, og á einum tíðindafund í Australia heryfri segði Clarksson, at Gordon Brown er ein ?skotskur idiotur við einum eyga?.

 

Gordon Brown misti annað eyga hjá sær sum tannáringar - tað hendi í einum rugby-dysti - og tað hevur fingið atfinningarnar at hegla niður yvir Jeremy Clarksson. Men hann er ikki so at fáa niður við høvdinum.

 

- Eg havi einki ímóti skotum, og eg umberi sjálvandi mína viðmerking, um fólk við breki eru blivin kedd av tí. Men eg ælti mær á ongan hátt at umbera, at eg kallaði Gordon Brown ein idiot, sigur Jeremy Clarksson sambært AFP.