CIA-stjóri verður verjumálaráðharri

Herfyri kunngjørdi amerikanski verjumálaráðharrin, Robert Gates, at hann ætlaði at leggja frá sær, og nú hevur Barack Obama valt eftirmannin. Nýggi ovastin í verjumálaráðnum Pentagon verður núverandi CIA-leiðarin, Leon Panetta. Í hansara stað sum CIA-leiðari kemur generalurin David Petraeus, sum nú stendur á odda fyri teimum amerikonsku herdeildunum í Afghanistan.

Samstundis hevur Obama tilnevnt diplomatin Ryan Cocker nýggjan sendiharra í Kabul.

Eins og Panetta var Robert Gates leiðari í CIA, áðrenn hann bleiv verjumálaráðharri. Hann var eisini verjumálaráðharri í Bush-stjórnini.