Fyri trimum vikum síðani, tann 10. oktober, fór eitt amerikanskt flogfar úr Reykjavík til Budapest í Ungarn. Á ferðini fleyg flogfarið millum annað ígjøgnum danskt ella "føroyskt" loftrúm.
Amerikanska flogfarið hevði skrásetingarnummarið N168D. Hetta er eitt flogfar hjá amerikanska felagnum Devon Holding & Leasing, sum sambært New York Times verður brúkt til at flyta fangar fyri fregnartænastuna CIA. New York Times hevur fyrr avdúkað, at felagið flytir fangar til lond, har tað er loyvt at pína teir.
Upplýsingarnar um flogferðina tann 10. oktober eru frá danska samferðslumálaráðharranum, Flemming Hansen, og tær eru komnar fram í sambandi við ein fyrispurning, sum ráðharrin hevur fingið frá fólkatingsmanninum Frank Aaen.
Per Stig Møller, uttanríkisráðharri, hevur fyrr upplýst, at Danmark hevur gjørt amerikonsku stjórnina varuga við, at CIA-flogfør við slíkum fangum skulu ikki flúgva ígjøgnum danskt loftrúm.
Í sínum fyrispurningi til samferðslumálaráðharran við Frank Aaen eisini hava at vita, hvørji ørindi eitt flogfar hjá amerikanska felagnum Path Corporation hevði, tá tað stóð í Kastrup 23 tímar í mars í ár. Tað er alment kent, at CIA nýtir eisini flogfør hjá hesum felagnum.
Frank Aaen hevur nú sent boð eftir uttanríkisráðharranum í samráð um CIA-flúgvingina.