Christian Høgni staðfesti sigurin hjá AB

Føroyski landsliðsspælarin, Christian Høgni Jacobsen endurfann máltevið í Gladsaxe í gjár. AB vann heimadystin ímóti Roskilde 2-0. Støðan í hálvleikinum var 0-0, men í 2. hálvleiki bragdaði hjá akademikarunum, og 2. hálvleikur var ikki meir enn byrjaður, so hevði Poul Hubertz lagt AB á odda 1-0. Tá 8 minuttir restaðu av dystinum staðfesti Christian Høgni Jacobsen sigurin hjá AB til endaliga úrslitið, 2-0 til AB. Tað eru nøkur umfør síðani, at Christian Høgni skoraði fyri AB, men hann valdi sær løtuna væl, nú tá Eysturríki kemur á vitjan í HM-undankappingini. AB er nr. 2 í Viasatdeildini við 19 stigum, og liggur soleiðis til uppflyting. Viborg er fremst við 22 stigum. Thisted hevur 18 stig.