Christian í Grótinum við svartkjafti

Seinastu tíðina hevur verið langt ímillum, at nakað frættist um landingar til Havsbrún í Fuglafirði.

Seinastu tíðina hevur verið langt ímillum, at nakað frættist um landingar til Havsbrún í Fuglafirði. Tað merkir tó ikki, at framleiðslan á virkinum liggur púrasta lamin.

 

Men, í dag veit Havsbrún at siga, at eitt skip er á Fuglafirði við svartkjafti. Tað er Christian í Grótinum, sum í morgun byrjaði at landa tey umleið 2000 tonsini, sum teir høvdu í tangunum.

 

Havsbrún í Fuglafirði hevur annars fingið heilt fitt av rávøru í ár, og hetta kemur væl við í mjøl-og fóðurframleiðsluni hjá virkinum og soleiðis stórum parti av føroysku alivinnuni.