Christian í Grótinum hevur fiskað makrelkvotuna

Christian í Grótinum siglir til Norra við góðum 600 tonsum av makreli. Christian í Grótinum kom á fiskileið aftur í gjárkvøldið, teir kastaðu beinanvegin, tað lá væl fyri, teir fingu góð 600 tons í, so nú er makrelkvotan uppfiskað, skriva teir á heimasíðu síni.

Teir sigla til Norra, fara fyrst til Bergen, eftir tveimum kilibúgvum, einum maskinmanni og einum stýrimanni, sum skulu verða við Christian í Grótinum, fyri at koma at kenna skipið, sum er selt til Kili, har nýtt skip eisini verður bygt.

Síðan fara teir norður til Liavåg at landa, makrelprísurin hevur verið góður í heyst, hann liggur omanfyri 13 NOK fyri kilo.