Chelsea vil steðga Messi

Í kvøld klokkan 19.45 spæla Barcelona og Chelsea fyrru hálvfinaluna í Champions League kappingini, og undan dystinum verður nógv tosað um, hvussu Chelsea skal steðga Lionel Messi, sum í løtuni verður roknaður sum kanska besti spælarin í heiminum. Vanligi vinstri bakkurin, Ashley Cole, er leikbannaður, og Wayne Bridges, sum hevur verið eykamaður, varð í vetur seldur til Manchester City. Tí verður roknað við, at José Bosingwa fær ótakksama leiklutin at verja fyri Lionel Messi. Dysturin millum Barcelona og Chelsea sæst beinleiðis á 3+.