Chelsea vil hava Simon Kjær

Chelsea hevur manglað miðverjar eftir at Richardo Carvalho í summar varð seldur til Real Madrid, samstundis sum bæði John Terry og Alex hava verið skaddir.

 

Taklsport vísir til keldur í Týsklandi og sigur, at Ancelotti longu í summar var áhugaður í danska miðverjanum.

 

Hann endaði tó í týska Wolfsburg frá Palermo, men mett verður, at smáar 60 milliónir krónur er nóg mikið at fáa hendur á Kjær.