Chelsea vil hava danskara

Hóast Chelsea eru uttan venjara í løtuni, so vita teir hvørjar leikarar teir vilja hava. Á ynskiseðlinum er millum annað ein danskari.

 

Talan er um 19-ára gamla Christian Eriksen, sum eisini Liverpool hevur víst stóran áhuga fyri. Bretsku miðlarnir høvdu valla ánisli fyri hvør Christian Eriksen var, fyrr enn Danmark og Ongland møttust í Parkini í einum venjingardysti. Síðani tá hava bretskir miðlar hvat nógv rós at bera unga miðvallarinum, sum spælir við Ajax í Hollandi.

 

Chelsea skal hava eitt sera gott eyga á framrættaða miðvallarinum, samstundis sum felagið roynir at fáa Guus Hiddink sum venjara, veit talkSPORT at siga. Christian Eriksen hevur sáttmála við Ajax til 2014 og tí verður hann ikki bíligur. Chelsea hevur tó so seint sum í vetur prógva, at teir eru sinnaðir at brúka nógvar pengar upp á leikarar í eini roynd at endurbyggja liðið, tá teir keyptu Fernando Torres og David Luiz.