Guus Hiddink, sum seinastu tríggjar mánaðirnar hevur verið venjari hjá Chelsea, sigur nú, at felagið má til at brúka meira pengar, um teir vilja fylgja Manchester United í enska fótbóltsoddinum. – Skalt tú vera við í oddinum, so mást tú støðugt endurnýggja teg. Og heilt erligt, so hevur Chelsea fleiri spælarar, sum eru við at gerast gamlir í fótbóltshøpi, sigu rHiddink.