Chelsea hevur revsað málverjan, Kepa Arrizabalaga, eftir at hann ikki vildi lata seg skifta út í Liga Cup finlauni. Felagið hevur revsað hann við eini bót, sum svarar til eina vikuløn.
- Eg havi hugsað nógv um tað, sum hendi. Sjálvt um tað var ein misskiljing, so gjørdi eg eitt stórt mistak í mínum atburði í hendingini. Eg havi biðið venjaran og spælararnar um umbering. Nú vil eg eisini biðja viðhaldsfólkini um umbering, sigur Kepa Arrizabalaga við heimasíðuna hjá Chelsea.
Manchester City vann finlauna eftir 120 málleysan minuttir. Størsti dramatikkurin kom í minuttunum undan brotssparkskappingini, tá málverjin hjá Chelsea, Kepa Arrizabalaga, ikki vildi lata seg skifta út. Hann hevði onkrar trupulleikar við krampa frammanundan, men vildi ikki av vøllinum, sjálvt um eykamálverjin stóð til reiðar.
Venjarin hjá Chelsea var í øðini um hendingina. Maurizio Sarri er longu ein kroystur maður og eina løtu sá út til, at hann ætlaði sær av Wembley, áðrenn brotssparkskappingin var byrjað. Eftir finaluna var hann tó sissaður eitt sindur.
- Tað var ein misskiljing. Eg helt, at málverjin hevði krampa og ikki kundi halda fram, men soleiðis var tað ikki. Hann skilti, at eg vildi skifta hann út orsaka av skaðanum, men at tað ikki var neyðugt. Tað fann eg ikki útav, fyrr enn læknin kom út aftur á bonkin, sigur Maurizio Sarri við Sky Sports.
Maurizio Sarri skal hava sagt við aðrar miðlar, at málverjin hevði rætt, men at atburðurin var skeivur. Chelsea hevur upplýst, at pengarnir frá bótini fara tl vælgerandi endamál.










