Chelsea ein sigur frá meistaraheitinum

Chelsea verður enskur meistari. Tað staðfestu teir í kvøld við 3-1 sigri á Leicester

Chelsea verður enskur meistari. Tað er bara ein spurningur nær. Við 3-1 sigri á Leicester City er Chelsea nú 13 stig fremst, og bara ein sigur frá meistaraheitinum.

 

Tað var annars Leicester, sum kom á odda. Tað gjørdu teir stutt fyri hálvleik við málið, sum Marc Albrighton skoraði. Chelsea kom út til seinna hálvleik við nýggjari orku og settu alt upp á pláss.

 

Tríggjar minuttir inn í seinna hálvleik var tað royndi áleyparin, Didier Drogba, sum setti fótin á eitt flatt innlegg úr høgru. Tíggju minuttir fyri tíð kom Chelsea á odda, tá hann annar royndur og drúgvur Chelsea spælari skoraði. Tað var nevniliga ongin minni enn liðskiparin, John Terry, sum var fyrstu á returin eftir hornaspark.

 

Stutt seinni staðfesti Ramiers sigurin, tá hann meddaði bóltin í málhornið, eftir upplegg frá Cesc Fabregas. Hann hevur nú lagt upp til 17 mál í hesum kappingarárinum í Premier League. Metið fyri upplegg eigur fyrrverandi Arsenal spælarin, Thierry Henry, við 20 uppleggum.

 

Chelsea er nú 13 stig fremst. Einasta liðið, sum í teorini kann vinna Chelsea innaftur er Arsenal. Vinnur Chelsea á Crystal Palace sunnudagin, so verða teir meistarar.