Chelsea hevur ákært dómarin fra dystinum í gjár móti Manchester United, fyri at hava búkt rasistiskan málburð móti John Obi Mikel og Juan Mata.
Mark Clattenburg kom veruliga í andglettin, tá hann í gjár dømdi dystin millum Chelsea og Manchester United. Hann gav millum annað Chelsea tvey reyð kort og tað dámdu einki Chelsea viðhaldsfólkunum.
Eitt korter fyri tíð skoraði Javier Hernandez sigursmálið til 3-2 til Manchester United. Sjónvarpsmyndirnar vísa, at hann var rangstaddur í støðuni. Áðrenn Chelsea gevur bóltin upp aftur, fær John Obi Mikel gult kort fyri at brúka seg.
Tað er í hesi støðuni, at John Obi Mikel vil verða við, at Mark Clattenburg skal hava verið komin við eini rasistiskari viðmerking. Eftir dystin fór hann saman við millum annað venjaranum, Roberto Di Matteo, inn til dómaran og kravdi eina umbering.
Tað vildi Mark Clattenburg ikki hoyra talan um og løtu seinni sendi Chelsea eitt skriv til Premier League, har felagið ákærur dómaran fyri í tveimum førum at hava brúkt vánaligan málburð.
Hin støðan er, tá mark Clattenburg skal hava kalla spanska miðvallarin hjá Chelsea, Juan Mata, fyri a Spanish twat, skrivar Dailymail í dag.
Dómarafelagið váttar at Chelsea hevur kært Mark Clattenburg og arbeiður við málinum.