Charmufundur á Hotel Føroyum

Smyril Line beyð til tíðindafund á Hotel Føroyum fríggjamorgunin. Endamálið var at royna at venda tosinum burtur frá fíggjarstøðuni hjá felagnum og siga frá, at Norröna fer at sigla í Norðurhøvum í summar

Tað er staðfest, at Norröna fer at sigla í Norðurhøvum fram til 3. september. Eisini hevur Smyril Line staðfest eina framgongd í meðal upp á 15 prosent í mun til ferðafólkatalið í 2004.
Hesir vóru høvuðsboðskapirnir, tá Smyril Line beyð til tíðindafund á Hotel Føroyum fríggjamorgunin.
Felagið var umboðað av sølu- og marknaðarleiðaranum, leiðaranum á skipsdeildini og kunningarleiðaranum. Tá spurt varð um aktuellu støðuna viðvíðkjandi fíggjarstøðu og viðurskiftum við Fjord Line, varð svarað, at tað kundu teir ikki siga nakað um.
Boðað varð frá summarferðaætlanini og ymsum sertúrum, sum gjørdir verða í summar.
Teir vanligur túrarnir verða allir aftur. Páskatúrar verða tveir, harmonikutúrur, countrytúrur og einir tríggir bingotúrar. Ein ungdómstúrur verður gjørdur, har aldursmarkið er sett til 18 ár, og Smyril Line fer at treyta sær, at eingin hevur rúsdrekka við umborð ella er ávirkaður, áðrenn farið verður umborð. Hvussu verður vorðið við tí á sjálvum túrinum, segði søgan einki um.
Eini tvey nýggj tilboð í so máta vórðu eisini kunngjørd á fundinum. Í døgunum 21. til 25. apríl verður ein serligur gospeltúrur gjørdur, har ymsir kendir føroyskir tónleikarar og bólkar fara at hava framførslur. Eisini verður skipað fyri einum sonevndum Gourmettúri, har dentur verður lagdur á at bjóða gestunum góðan mat og gott at drekka. Ætanin er at hava trý serlig kvøld umborð. Eitt italienskt, eitt spanskt og eit franskt. Sum vera man verður eisini dansað ein slíkan túr. Kunningarleiðarin legði dent á, at hesin túrurin var nokk ikki ein, har skilagott var at hava børn við.

Vøkstur
Deildarleiðararnir á Smyril Line, sum stóðu fyri tíðindafundinum á Hotel Føroyum, søgdu frá vøkstri í ferðafólkatalinum, síðan Smyril Line byjaði sigling í Norðurhøvum.
Í fjør flutti Norröna 159.000 ferðafólk og væntandi verður vøksturin í ár 15 prosent í mun til í fjør. Reiðiliga 180.000 ferðafólk vænta teir at fáa at flyta í ár.
Vøkstur er allastaðni, varð sagt. Eini 30 prosent fleiri einstalingar hava higartil biðið um pláss við skipinum. Og bólkaferðirnar tykjast fara at økjast við umleið fimm prosentum.
Størsti vøksturin er í Føroyum, siga tey hjá Smyril Line. Heili 32 prosent fleiri bókingar hava føroyingar sett seg fyri í ár enn í fjør.
Tá nýggja Norröna varð sett í sigling í 2003, reyk ferðafólkatlaið upp við 52 prosentum beinanveg. So minkaði vøksturin eitt sindur aftur í 2004, men nú tykist ferð vera komin á vøksturin aftur, varð upplýst á tíðindafundinum.

Marknaðarføring
Smyril Line hevur miðvíst lagt seg eftir at marknaðarføra seg í útlendskari pressu. Og tað hevur saman við nógvu skrivstovunum og umboðsmonnunum hjá felagnum uttanlands eisini givið úrslit, sigur kunningarleiðarin.
Smyril Line hevur egnar skrivstovur í seks ymsum londum í Europa, og søluumboð í enn fleiri. Bæði í Europa, Amerika og so langt burturi sum í Australia.
Kortini vísir tað seg, at tað er úr grannalagnum, at flestu ferðafólkini við Norrönu koma. Flestir eru føroyingar. Síðan koma danir, norðmenn, týskarar og íslendingar, greiddi marknaðastjórin frá á tíðindafundinum á Hotel Føroyum.
Eitt týðuligt ynski var um, at betri umstøður vóru givnar til marknaðarføring av Føroyum sum ferðavinnulandi. Og aftur her varð, sum so mangan verður gjørt, víst til íslendingar og allar teir pengar, teir brúka til marknaðarføring.
Tikið varð til meira enn einaferð at tað tykist klókt at halda seg tætt at teimum og brúka teir sum lokomotiv, tá ræður um at fáa ferðafólk hendanveg.
Ein lítil príshækking verður í ár í mun til í fjør. Eini trý prosent ella so á vanligum ferðaseðlum, varð upplýst. Men eitt nú bólkaferðir ella onnur tilboð tykjast standa í stað, skiltist á fundinum á hotellinum.
Annars verða prísirnir alla tíðina dagførdir, segði sølu- og marknaðarleiðarin á Smyril Line, Hendrik Egholm.
Men tað eru ikki øll, sum spyrja um prís. Tey vita, hvat tey vilja hava, og gjalda so fyri tað, segði hann.
Her nam hann serliga við hesar sonevndu fiskituristarnar, sum bara vilja sleppa at royna seg við eini tráðu, har møguleikin er. Og møguleikar helt hann, at vit hava í Føroyum. Tað ræður um at brúka teir, vísti hann á.