Channe Nussbaum á Planet Awards

Fremsta danska navnið innan Klezmer tónleik verður við á Planet Awards á Hotel Føroyum


Planet Awards
 
Tað verður ikki bara føroyskur tónleikur sum verður at hoyra á Planet Awards. Á stóra tiltakinum á Hotel Føroyum verður høvi at hoyra forvitnisligan fusións fólkatónleik og klezmer tónleik frá donsku Channe Nussbaum Trio. Hetta er ein av konsertunum á konsertferðini hjá trioini  í Føroyum. Henda ferð er ein partur av FO-DK Konsertferðunum.
 
Channe Nussbaum hevur við trimum róstum fløguútgávum og einari nýggjari fløguútgávu á gáttini víst seg sum tann fremsti úrmælingurin innan klezmer tónleik í Danmark. Á konsertferðini í Føroyum fer hon at spæla nýggjan fusións fólkatónleik á donskum, har balkan tónleikur, klezmer salsa og danskur vísupoppur ganga upp í eina hægri eind. Harumframt fer hon at spæla vanligan klezmer tónleik á jiddiskum.
 
Channe Nussbaum Trio, <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Kári Sverrisson&quot;$?$end$!$Kári Sverrisson</st1:PersonName$?$end$!$ og Yggdrasil fara at hava tríggjar konsertir saman í Føroyum. Umframt Planet framførsluna leygarkvøldið 28. januar á Hotel Føroyum, spæla tey hóskvøldið 26. januar í Atlantis í Klaksvík og fríggjakvøldið 27. januar í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.<BR> 
FO-DK Konsertferðirnar eru fyriskipaðar av Norðurlandahúsinum, FUT, og donsku feløgunum DJBFA og Dansk Artistforbund. Konsertferðirnar eru stuðlaðar av Atlantic Airways. Meiri kann lesast um konsertferðirnar á www.nlh.fo.