Champions League lutakastið til 1. umfar hevur verið í dag. Víkingur skal spæla móti HJK Helsinki úr Finnlandi. Fyrri dysturin verður á útivølli, meðan returdysturin verður í Føroyum.
Formaðurin í Víkingi, Brandur Jacobsen, sigur at hann er nøgdur við lutakastið, tí talan er nokk um ítróttarliga besta møguleikan at gera um seg, hóast HJK Helsinki er favorittur. Víkingur ætlar at spæla fyri sínum møguleika, sigur formaðurin í felagnum.
Av tí at Víkingur ikki var styrkismett í lutakastinum, so var talan um sera sterka mótstøðu, sum Víkingur kundi renna seg í. Millum annað norðurlendsku stórfeløgini, Malmø úr Svøriki og Rosenborg úr Noreg. Hartil eru Ludogorets Razgrad úr Bulgaria og Legia Warszawa úr Póllandi stór feløg, sum hava verið í oddinum í sínum landskappingum seinnu árini.
Fyrri dystirnir verða spældir 10. og 11. juli, meðan returdystirnir verða spældir eina viku seinni, 17. og 18. juli. Kemur Víkingur víðari, so skulu teir spæla móti BATE Borisov úr Hvítarusslandi.
Upprunaliga skuldi lutakastið til Europa League verða í dag, har NSÍ er í pottinum, men tað er flutt til í morgin.
Lutakastið:
Vinnarin av undanumfarinum - Malmö
HJK Helsinki - Víkingur
Ludogorets Razgrad - Crusaders
Cork City - Legia Warszawa
Valur Reykjavík - Rosenborg
Styrkismett lið:
Ludogorets Razgrad (BUL)
Legia Warszawa (POL)
Malmö (SWE)
Rosenborg (NOR)
HJK Helsinki (FIN)
Ikki styrkismett lið:
Víkingur (FRO)
Crusaders (NIR)
Winners of the preliminary round
Cork City (IRL)
Valur Reykjavík (ISL)