Í kvøld rullar Champions League bólturin aftur. Dystir verða í bólki E, F, G og H.
Í bólki E er italska stórliðið, Juventus, á vitjan í Parkini, har danska meistaraliðið, FC Nordsjælland, tekur ímóti. Í Ukreina spæla oddaliðið í bólkinum, Shakhtar Donetsk og Chelsea.
Í bólki F hevur BATE Borisov óvæntað lagt seg á odda við fullum stigatali fyri tveir dystir. Liðið úr Hvítarusslandi fær í kvøld vitjan av Valencia, men Bayern Munchen gjarna skal hava stig í Fraklandi, har stigaleysa Lille bíðar.
Barcelona er stórur favorittur í bólki G, tá Celtic í kvøld kemur á vøllin á Nou Camp. Celtic tók øll av bóli við at vinna á Spartak Moskova í Russlandi seinast og liggur á øðrum plássi.
Í bólki H er Manchester United komið væl frá byrjan. Teir hava vunnið tveir teir fyrstu dystirnar og í kvøld er mótstøðan Braga á Old Trafford. Vinnur Manchester United, meðan Cluj ikki vinnur í Turkalandi móti Galatasaray, so sær tað gott út hjá enska liðnum.
Champions League dystir í kvøld:
Bólkur E:
FC Nordsjælland Juventus 19:45
Shakthar Donetsk - Chelsea 19:45
Bólkur F:
BATE Borisov Valencia 19:45
Lille - Bayern Munchen 19:45
Bólkur G:
Spartak Moskova Benfica 17:00
Barcelona Celtic 19:45
Bólkur H:
Manchester United Braga 19:45
Galatasaray Cluj 19.45
Mynd: Lionel Messi í dysti móti Benfica