Í kvøld verða átta teir fyrstu dystirnir í Champions League bólkaspælinum hetta kappingarárið. Spenningurin tykist vera eyka stórur í Liverpool, har tað ikki hevur verið Champions League fótbóltur síðani desembur mánaði í 2009, tá felagið tapti fyri Fiorentina.
Liverpool fær vitjan av Ludogorets Razgrad úr Bulgaria og Liverpool er stórfavorittur at vinna. Tað er Real Madrid eisini í hinum dystinum í bólki B. Cristiano Ronaldo og teir taka á heimavølli móti FC Basel úr Sveiss. Real Madrid hevur fingið eina ringa byrjan upp á heimligu kappingina, har teir aftur taptu um vikuskiftið, men liðið er verandi Champions League vinnari og greiður favorittur.
Ítróttarliga er dysturin í Dortmund, har er Arsenal á vitjan, helst tað størsti. Bæði liðini verða mett sum favorittar at koma úr bólkinum, men hesin dysturin kann geva eina ábending um hvør sleppur lættari burturúr bólki D, sum eisini telur Galatasaray og Anderlecht.
Átta dystir verða í kvøld í bólki A, B, C, D. Átta dystir verða eisini í annaðkvøld. Tá er talan um dystir úr bólki E, F, G og H.
Champions League bólkaspælið:
Bólkur A:
Juventus – Malmo IF (19:45)
Olympiakos – Atletico Madrid (19:45)
Bólkur B:
Liverpool - Ludogorets Razgrad (19:45)
Real Madrid – FC Basel (19:45)
Bólkur C:
Benfica – Zenit (19:45)
Monaco – Bayer Leverkusen (19:45)
Bólkur D:
Borussia Dortmund – Arsenal (19:45)
Galatasaray – Anderlecht (19:45)