Fyri fyrstu ferð í fýra ár hevur fyrrverandi forsetin í Kuba, Fidel Castro, aftur víst seg alment Tað er farið sum eldur um allan fjølmiðlaheimin, at 83 ára gamli Castro hevur verið á einum granskingarstovni í Havana og heilsa upp á starvsfólkið har, tí hetta er fyrstu ferð, at nakað hevur verið at sæð til hann, síðani hann legðist sjúkur í 2006 og læt valdið upp í hendurnar á yngra beiggja sínum, Raul, sum er 79 ára gamalur.
Tað er greitt, at Castro er sjúkur, men tað er framvegis eitt statsligt loyndarmál, hvat tað er, sum bagir honum.
Hann var í joggingklæðum nú hann aftur vísti set alment. Hann var eitt sindur hvokkin, men annars sá hann gott út, siga tey, sum sóu hann.
Og sálarliga var hann væl fyri, leggja tey afturat.
Onkur nýtti eisini høvi til at avmynda hann við eini fartelefon og hesar myndirnar hava ferðast kring allan knøttin seinastu tímarnar.
Í fjør var Castro endurgivin fyri at siga, at hann væntaði ikki at uppliva Barack Obama verða afturvaldan til amerikanskan forseta í 2012.
Men um hann sipaði til sína egnu heilsu ella um hann ikki væntaði, at Obama ikki fer at verða afturvaldur, sigur søgan onki um.