Forsetin í Venesuela, Hugo Chavez, vil vera við, at kubanski forsetin, Fidel Castro, stríðist fyri lívinum.
Herfyri varð Castro lagdur undir skurð, og almenna kubanska tíðindastovan segði tá, at forsetin fór at koma fyri seg aftur skjótt. Men Chavez, ið verður hildin at vera besti útlendski vinmaður hansara, sigur nú, at støðan hjá Castro er álvarssom, og at hann er í lívsvanda.
-Eg havi sagt honum, at vit biðja fyri honum hvønn dag og hvønn tíma, og eg vænti eisini, at hann fer at koma fyri seg aftur. Ja, eg veit, at hann fer at vinna hetta stríðið, segði Chavez í einari sjónvarpsrøðu í gjár.
Fidel Castroi, sum verður 80 sunnudagin, hevur latið bróður sín stýra landinum, meðan hann er sjúkur.