Favoritturin vann, tá Carola, við sanginum "Evighet", sang seg inn í stovurnar hjá svium í leygarkvøldið. Fyrst á svenskum, og síðani á enskum, tá sigurin var greiður. Men tað var ikki bara sum at siga tað, hjá 40 ára gomlu sangarinnuni, tí rødd hennara var burtur dagarnar undan stóri kappingini. So nógvar gitingar vóru millum fólk, um hon nú fór at klára at syngja seg upp á toppin.
- Hetta er veldugt fyri meg, og eg takki svenska fólkinum, segði Carola, tá tað gjørdist greitt, at sigurin var í hús. Carola vann eisini svenskt melodi grand-prix í 1983 við "Främling" og aftur í 1991 við sanginum "Fångad av en stormvind".
Men mitt í rokanum var ein, sum ikki var vinur svia. Tað var Hans Hernborn, sum hevði ábyrgdina av atkvøðugreiðsluni.
- Tað vóru nærum tvær milliónir uppringingar, og tað sigur seg sjálvt, at tá so nógv ringja í senn, so rakar tað loftið á telenetinum onkrastaðni. So ljóðar telefonin upptikin ella eitt sperruljóð kemur. Men vit kunnu ikki eftirkanna, um hetta rakti okkurt lag oftari enn annað, siger Hans Hernborn, við svenska Aftonbladet.










