Carlsen systrarnar syngja til vígslu á alnetinum

Í dag verða Adlan Cruz og Melissa Rivera Carreras gift í Puerto Rico, undir vígsluni, ið verður send kl. 20 føroyska tíð á alnetinum, syngja føroysku Carlsen systrarnar Vanja, Laila og Barbara Sosialurin skrivaði í gjár, at tær tríggjar Carlsen systrarnar Vanja, Laila og Barbara eru vorðnar kend andlit í Puerto Rico, og litaði parturin av tíðindaheiminum í Miðamerikanska landinum, hevur lært 2 nýggj orð Faroe Islands.

 

Teirra ferð móti stjørnunum byrjaði, tá vinmaður teirra pianisturin, tónasmiðurin og Puerto Rico maðurin Adlan Cruz, beyð teimum at syngja í kirkjuni, tá hann og fotomodellin Melissa Rivera Carreras verða gift á onkrum sum líkist ársins brúðleyp í Puerto Rico. Brúðleypið verður sent beinleiðis á alnetinum, á heimasíðuni adlanandmelissa.com Men í umroknanini av lokalari tíð til føroyska tíð, kom okkurt skeivt fyri. Brúðleypið verður ikki sent kl. 12, men kl. 20.

 

Bæði Adlan og Melissa eru millum kendastu fólk í Puerto Rico, tí er brúðleypi ein hending, ið alt landið vendur eyguni ímóti.

- Hetta verður eitt ordiliga stórt brúðleyp, har øll tey kendu, guvernørurin og nógv onnur vera við, so tíðindabløð og aðrir miðlar eru ordiliga áhugaði í hesum. Her eru paparazzi myndamenn og onnur tíðindafólk, sum vilja vita alt um brúdleypið. Umboðsmaðurin hjá Adlas hevur biðið okkum um upplýsingar um Føroyar, og tað hava vit so givið honum, saman við linkum til onkrar heimasíðir, greiðir Vanja frá.

- Eingin kennur Føroyar í Puerto Rico, so tí vilja tey gjarna vita okkurt um hetta landið, sum vit eru úr, sigur Vanja.

 

Systrarnar ferðast í løtuni kring Amerika við The Revival Ministry, í hesum døgum eru tey í Puerto Rico. Har tær síðan týskvøldið hava sungið til møtir hjá prestinum Rodney Howard Brown. Møtini hava verið í einum sali, ið tekur umleið 3000 fólk. Møtini vera somuleiðis send um allan heim á kristnu sjónvarpsrásini CTN.