Carlsen-systrarnar í danska Melodi Grand Prix

Systrarnar úr Havn verða við til danska Melodi Grand Prix tann 10. Februar

Fyri løtu síðani bleiv kunngjørt, hvørjir luttakararnir eru til finaluna í danska Melodi Grand Prix, sum verður í Gigantium í Aalborg tann 10. Februar, og millum teir tíggju finalistarnar er ein føroysk trio.

 

Tað eru tær tríggjar Carlsen-systrarnar, Vanja, Laila og Barbara, sum skulu syngja ein sang, ið ein amerikanari og tveir sviar hava skrivað í felag.

 

Carlsen-systrarnar fara á pall sum nummar sjey av teimum tíggju luttakarunum til Melodi Grand Prix tann 10. Februar.

Sangurin eitur "Standing up for love" 

Meira um hetta seinni.