Carl Gustav kongur skilir væl Margretu drotning

Svenski Carl Gustav kongur skilir væl, at Margreta drotning hevur valt at leggja frá sær sum drotning.

 

Stina Stjernkvist/TT/Ritzau Scanpix

Tað upplýsir svenska kongshúsið í skrivligari við merking til TV 2.

– Kongurin hevur stóra virðing og skilir væl avgerðina hjá Margretu drotning um at lata trónuna víðari til Fríðrik krúnprins, stendur við viðmerkingini.

Svenski kongurin er tann fyrst av regentunum í norðurlendsku grannalondunum hjá Danmark at siga nakað um avgerðina hjá Margretu drotning.

 

Stina Stjernkvist/TT/Ritzau Scanpix