Hann var nógv størri enn væntað, men burtursæð frá tí, var hann ein vanligur stórpolitikari. Nýrakaður. Fitt og óskyldigt hár. Og so hevði hann eisini einslittan klædning og slips.
Einki posh. Einki fancy.
Soleiðis skrivar Hanus Samró, løgtingsmaður á Facebook, eftir at hann á altjóða konservativum fundi hevur hitt bretska forsætisráðharran. Víðari skrivar Hanus Samró:
»Hann sat nakrar fáar metrar frá mær. Men stuttligasta av øllum, hann mátti strekkja beinini, tí fundurin vardi hálvan annan tíma. Sum tit nokk vita, eru dúkar á borðinum, so man ikki sær, hvat man ger undir borðinum. Men David Cameron er ein stórur maður. Svartaskógvarnir komu undan. Teir vóru sjálvandi nýpussaðir og flottir, men teir vóru ógvuliga slitnir í botninum. Tað er kanska skiljandi, tí Putin fær avstað við nógvar tíð og orku, men gott at síggja, at bretski forsætismálaráðharrin eisini dragist við gerandistrupulleikar, sum t. d. slitnar skógvar!«










