Colin Calderwood verður sostatt partur av venjaratoyminum í Newcastle, har Joe Kinnear er høvuðsvenjari. Hetta skrivar heimasíðan hjá enska felagnum.
Tað merkir at Fótbóltssambandið kanska skal leita aðrar vegir eftir nýggjum landsliðsvenjara.
Saman við Colin Calderwood vóru danski Flemming Serritslev og serbiskt/íslendski Luka Kostic á seinasta listanum hjá FSF, og helst verður tað annar teirra, sum nú verður landsliðsvenjari.
Høgni í Stórustovu, FSF-forseti, sigur við heimasíðuna hjá Kringvarpinum, at tað framvegis er ætlanin, at nýggjur landsliðsvenjari verður settur seinast í hesi vikuni.
Heilt sleptur er Colin Calderwood tó ikki. Heimasíðan, this is Nottingham, skrivar, at starvið sum venjari í Newcastle møguliga skal samantvinnast við starvið sum føroyskur landsliðsvenjari. Og fyribils er starvssetanin í Newcastle bert galdandi fram til juni mánað.