C-vitaminirnar hjá John vóru klænkibollar

   

Niels Uni Dam
?????????????

Eg vil minna John Johannesen á, at hann fyri tveimum vikum síðan lovaði okkum c-vitaminir til tónleikin. Tí tykist tað heldur ódámligt, at hann hevur avreitt tónleikaviðurskiftini til ein flokk sum er ímóti eini frælsari mentan, til ein flokk sum kann finna uppá at seta ein mann sum Jógvan á Lakjuni at umsita mentamál. Tað er John sum hevur givið teimum fullmakt at velja Jógvan.
Tjóðveldisflokkurin hevur umsitið mentamál í seks ár. Hesi árini er játtanin til tónleik fleirfalda, og stórar ætlanir vóru fyri komandi tíð. Nú sigur Anfinn Kallsberg at politikkurin skal endurskoðast. Hyggjast skal hvat fæst fyri hvørja krónu. Samgongan skal spara fyri at fíggja ein skattalætta til tey ríku. Jógvan hevur fyrr úttala seg ímóti tolsemi og fyri avmarkan av talifrælsinum.
Góði John hatta ljóðar sum ræðuliga súrar c-vitaminir. Tað tók ikki langa tíð, áðrenn tíni lyfti duttu á gólv, tínar c-vitaminir eru klænkibollar.
Vinarliga ein skuffaður Niels Uni Dam