Byrja aftur á Fiskavirking

Mánadagin verður farið aftur til arbeiðis á flakavirkinum hjá Føroya Fiskavirking í Miðvági. Lýst fer at verða eftir nýggjum virkisleiðara í næstum

Mánadagin sleppa tey aftur til arbeiðis á flakavirkinum í Miðvági. Tá koma fyrstu skipini at landa, og arbeitt fer at verða sum vant aftur.
Tey hava vaskað alt virkið, sum tað er, meðan arbeiðið annars hevur ligið stilt orsakað av málinum um skitna vatnið í Miðvági, greiðir Meinhard Jacobsen, stjóri á Føroya Fiskavirking, frá.
Hóast tað framvegis verða tiknar royndir av vøru, sum framleidd er, meðan vatnið møguliga hevur verið dálkað, metir hann tann trupulleikan at vera loystan.
Mánadagin kemur Venus at landa, og týsdagin kemur Vesturtúgva, og so fer alt aftur at ganga við sítt vanda lag, sigur stjórin á Føroya Fiskavirking.
Spurningurin millum fólk í Vágum seinastu dagarnar hevur verið, hvør man fara at verða nýggjur virkisleiðari á flakavirkinum í Miðvági.
Meinhard Jacobsen, sigur, at fyrisbils fer góðsluleiðarin á virkinum. Helena Hansen, at virka sum virkisleiðari, meðan leitað verður eftir nýggjum leiðara.
Helena Hansen plagar vanliga at taka yvir, tá virkisleiðarin av einihvørji orsøk er burturstaddur, sigur hann.
Søkt fer at verða eftir nýggjum leiðara til flakavirkið hjá Føroya fiskavirking í Miðvági heilt skjótt.