Byrja á heimavølli móti Spania

Nú er greitt, hvussu skráin hjá A-landsliðnum við kvinnum sær út í komandi HM-undankapping. Føroyar byrja á heimavølli tann 16. september, tá spaniólar koma á vitjan

Fyri lítlari viku síðan var lutakast í samband við komandi HM-undankapping hjá A-landsliðnum við kvinnum. Føroyar komu í bólk B saman við Spania, Skotlandi, Ukraina og Ungarn. Og nú er greitt, hvussu leikskráin fer at síggja út. Føroyska liðið skal spæla fimm undankappingardystir í ár, og tríggjar í 2022.

 

Byrjað verður á heimavølli hósdagin 16. september, tá Spania, sum í løtuni er at finna á 13. plássi á styrkislistanum hjá FIFA, kemur hendan vegin á vitjan.

 

Skráin:

 

16. sept. 2021 Føroyar – Spania

 

21. sept. 2021 Skotland – Føroyar

 

21. okt. 2021 Ukraina – Føroyar

 

26. okt. 2021 Føroyar – Ungarn

 

25. nov. 2021 Spania – Føroyar

 

2022:

 

8. apríl 2022 Ungarn – Føroyar

 

2. sept. 2022 Føroyar – Ukraina

 

6. sept. 2022 Føroyar – Skotland

 

HM-endaspælið verður í Avstralia og Nýsælandi í 2023.