Ábyrgdin av steðgaða innkomuvegnum er tín, Heðin Mortensen

Heini Eysturoy, leiðari á vegadeildini, Landsverk
-----

Borgarstjórin í Havn ger enn einaferð ilt av sær í bløðunum, har Landsverk fær skyldina fyri, at arbeiðið við innkomuvegnum til høvuðsstaðin steðgaði. Fyri at eingin misskiljing skal vera, er tað soleiðis, at tvær fortreytir skulu vera til staðar, tá ein vegaverkætlan verður framd av Landsverki.
Landsstýrið og Løgtingið skulu hava samtykt at gera verkætlanina og játtað pening, og aðrir viðkomandi myndugleikar skulu góðkenna verkætlanina. Í málinum við innkomuvegnum varð peningur játtaður til endamálið, og viðkomandi myndugleikar góðkendu ætlanina. Kommunali myndugleikin er ikki beinleiðis myndugleiki, tá tað kemur til landsvegagerð, men sjálvandi var neyvt samstarv við Tórshavnar Kommunu um verkætlanina.
Undirlendið oman fyri Villingardalsvegin varð fingið til vega frá kommununi, men bráddliga komu boð frá borgarstjóranum um, at hetta kortini ikki kundi lata seg gera. Orsøkin var, at Tórshavnar kommuna ikki kundi góðtaka, at vegaføringin lá oman fyri Villingardalsvegin. Sostatt varð neyðugt við tunli, um verkætlanin skuldi gjøgnumførast.
Táverandi landstýrismaður vildi ganga ynskinum á møti, treytað av, at Tórshavnar kommuna rindaði meirkostnaðin. Tað vildu borgarstjórin og kommunan ikki, og tí steðgaði arbeiðið.
Hetta er tann faktuelli veruleiki um innkomuvegin. Alt annað, sum borgarstjórin nevnir í svarinum, eru ógrundaðir pástandir. Harafturat roynir Heðin Mortensen at grugga myndina við at draga fullkomiliga óviðkomandi viðurskifti inn í málið. Ivaleyst fyri at fjala út yvir tað, sum í veruleikanum er hent í hesum máli.
Tá borgarstjórin leggur Landsverk undir at, “at gera sum tað passar stovninum”, “ikki rætta hond frá síðu”, “súlta” og annað, er tað í ólukkumát ein yvirmeting av valdinum hjá Landsverki. Stovnurin ger bert tað, ið avvarðandi landsstýrisfólk og Løgtingið gera av, og sum og aðrir viðkomandi myndugleikar góðkenna. Í hesum sambandi kunnu vit upplýsa, at tillutaða játtanin er brúkt í tann mun, hetta hevur verið møguligt. Í teimum førum hon ikki er brúkt, hevur orsøkin millum annað verið viðurskifti, ið Landsverk ikki hevur havt nakra ávirkan á. Millum annað lendiskeyp. Hetta er í stuttum gongdin við innkomuvegnum, til kommunan – við Heðini Mortensen á odda – steðgaði arbeiðinum.
Til síðst kann nevnast, at Landsverk sjálvandi metir tað vera rætt at gera nýggjan innkomuveg til Havnar, og stovnurin hevur ár undan ári mælt til at seta pening av á fíggjarlógini til endamálið.