Ábyrgdarbýtið millum land og kommunur

Føroyar eru vorðnar eitt valdømi, tí er neyðugt at endurskoða ábyrgdarbýtið millum land og kommunur. Eg haldi, at løgtingið skal í størri mun taka sær av landsmálum, meðan kommunurnar skulu hava størri ábyrgd av lokalmálum. Løgtingið eigur at skipa fyri nøktandi lóggávu, sum greitt ásetir ábyrgdarbýtið millum land og kommunur. Ein meginregla eigur at vera, at kommunurnar valda, har tær gjalda

Tá kommunurnar fáa ábyrgdina av fleiri málsøkjum, so sum fólkaskúlanum og ymsum uppgávum á trivnaðar- og mentanarøkinum, so verður størri møguleiki fyri nærdemokrati – borgarin fær størri ávirkan, tí tað er styttri millum hann og kommunalu myndugleikarnar enn millum hann og landsmyndugleikarnar.

Kommunurnar mugu eisini hava fleiri inntøkur, tá tær taka yvir uppgávur frá landinum. Inntøkuøkingin kann fáast við broyttum lutfalli millum lands- og kommunuskatt. ?Í sambandi við eitt øðrvísi ábyrgdarbýti eigur ein møgulig útjavning at vera umrødd. Útjavning millum land og kommunur og kommunur sínámillum er í øllum granna-londum, tí kann tað tykjast løgið, at hon ikki er skilagóð í Føroyum. ?Fíggjarligu umstøðurnar hjá kommununum eru ymiskar, tí má ansast eftir, at ikki ov stórur ójavni verður á tænastustøðinum í ymsu kommununum. ?Kommunurnar eiga eisini at umhugsa, hvussu tær kunnu samstarva, so at borgarin fær eina dygdargóða tænastu; ella um tær skulu leggja saman í størri kommunalar eindir.

Ein annar fyrimunur, av at kommunurnar fáa nýggj málsøki at umsita, er, at almenn arbeiðspláss verða flutt frá landsmyndugleikunum til kommunurnar. Tað hevur longi verið eitt politiskt ynski at fingið fleiri almenn arbeiðspláss uttanfyri Havnina; hetta gerst veruleiki, um kommunurnar fáa fleiri uppgávur at røkja.

Tað er týdningarmikið, at borgararnir hava álit á, at kommunurnar eru førar fyri at umsita nýggj málsøki. Tað er tí umráðandi, at kommunala eftirlitið hjá Innlendismálaráðnum skipar fyri, at vantandi tænasta, skeiv umsiting ella møguligt óreglusemi hjá kommununum verður rættað.

Mín meining er, at kommunurnar avgjørt eru førar fyri at átaka sær fleiri uppgávur, og at kommunurnar í nógvum førum høvdu umsitið uppgávurnar betri enn landsmyndugleikarnir gera nú. Ein fortreyt er tó, at uppgávubýtið millum land og kommunur gerst greitt og gjøgnumskygt.

 

Størri nærDemokrati?