Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur boðað kringvarpinum frá, at verandi bygnaðurin á tíðindadeildini samsvar ikki við kringvarpslógina Í løtuni er bygnaðurin í Kringvarpinum skipaður við einum tíðindaleiðara, einari tíðindadeild og skiftandi redaktørum í vaktarskipan, men sambært Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum, er tað ikki í tráð við lógina um Kringvarp Føroya.
Útvarpið hjá Kringvarpinum sigur, at stýrið fyri Kringvarpið hevur fingið skriv frá landsstýriskvinnuni um hesi viðurskiftini.
Í skrivinum biður landsstýriskvinnan stýrið um eina fyribilsniðurstøðu og møguligar viðmerkingar, áðrenn hon tekur endaliga avgerð í málinum.
Kelda: Kringvarp Føroya