Byggja víðari á gott fundament

Annika Olsen vónar at fáa møguleikan at halda á við hennara arbeiði á sosiala økinum eftir komandi løgtingsval.

- Vit ynskja at fáa møguleikan at byggja víðari á tað góða fundament, sum vit hava lagt higartil, sigur Annika Olsen, ið aftur hesaferð er uppstillað fyri Fólkaflokkin.

 

Í framløguni av valskrá floksins nevndi formaður floksins, Jørgen Niclasen, ikki orðið fátækaváða ella tey fátæku, men Annika Olsen sigur, at tey als ikki eru gloymd í valstríðnum.

- Tó at tey ikki vóru nevnd í framløguni, so eru tey nevnd í valskránni, sigur Annika Olsen, og vísir til, at flokkurin sigur seg vilja fremja lóg um stuðul til familjur í fátækaváða.

 

- Hetta er lógin um barnaískoyti, sum vit skuldu leggja fram á ólavsøku. Eg havi arbeitt við uppskotinum í summar, og nú er klárt at leggja tað fram, sigur Annika Olsen, sum væntar at uppskotið fær undirtøku frá øllum flokkum.