Byggja tvær nýggjar skúlastovur í Skúlanum á Fløtum

Nú verður meira pláss í skúlanum

Tórshavnar Kommuna skrivar soleiðis á heimasíðu síni:

 

­– Tørvur gjørdist á fleiri skúlastovum í Skúlanum á Fløtum, orsakað av størri tali á flokkum. Í samráð við skúlaleiðsluna varð tí avrátt um byggja um verandi auditorium í útsynningshorninum.

 

Talan er um eitt rúm í dupultari hædd, har dekk verður lagt í og sum síðan verður umbygt til tvær skúlastovur í sama sniði og dygd sum verandi stovur í skúlanum.

 

Tað eru Articon og Búsetur, sum gera arbeiðið, sum byrjar beinanvegin og verður liðugt til jóla.