Enn ein risa-verkætlan í Havnini er við síggja dagsins ljós. Talan er um ein upplivingarmiðdepil við einasta fimm stjørnaða luksushotellinum í Føroyum og um eitt gott ár er klárt at seta spakan í Mads Andrias Winther, stjóri í Miðlon, hevur stórar ætlanir fyri Havnini. Í seinasta lagi um fimm ár hevur hann bygt eitt luksushotell í 10 hæddum uppi á Hàlsi í Havn og saman við hotellinum verður ein upplivingardepil við svimjihøll, venjingarmiðstøð, vælverumiðstøð, bowlinghøll, matstovum, biografum, spælilandi og handlum í hópatali. Og tað skal alt samalt samanbindast við eini innandura gongugøtu, skrivar Sosialurin, sum kemur á gøtuna nú seinnapartin,
Á myndini sæst, hvussu alt fer at síggja út
Hetta skal vera eitt vørumerki fyri Havnina, sigur stigtakarin, Mads Andrias Winther. Longst til vinstru er luksushotellið og í Hamrinum undir hotellinum verður vælverumiðstøð, svimjihøll og venjingarmiðstøð. So skuldi hugurin verið til at ligið í gosbaði við frálíkum útsýni yvir Nolsoyarfjørð, verður tað ein møguleiki um heilt fá ár, skrivar Sosialurin nú seinnapartin.