Tað eru ikki hissini ætlanir, ið tríggir ungir mans hava fyri handilslívið í Vestmanna. Teir tríggir menninir hava nevnliga ætlanir um at byggja ein stóran bygning inni á Fjørð, ið skal verða ein handilsmiðdepil í bygdini.
Handlar og skrivstovur
Teir tríggir menninir, ið hava ætlanir um at byggja bygningin, eru tveir vestmenningar, Petur Frank Joensen og Háldan Haldasen, og so klaksvíkingurin Finn Johannesen. Teir hava arbeitt við ætlanini í fleiri mánaðar, og nú bíða teir eftir endaliga byggiloyvinum frá Vestmanna Kommunu.
- Vit hava fingið tilsøgn um byggiloyvi frá kommununi, men enn er tað ikki endaligt, og tí eru vit í eini bíðipositión, sigur Finn Johannesen. Tó er tað fyrireikandi arbeiði við at gera økið klárt farið í gongd, og stigtakararnir vænta ikki, at tað verður leingi, áðrenn teir fáa grønt ljós frá kommununi.
Hann sigur, at bygningurin, ið ætlan er um at byggja, verður í tveimum hæddum, og at hvør hæddin hevur ein gólvvídd upp á umleið 1.000 fermetrar. Sostatt verður samlaða gólvvíddin í nýggja handilsmiðdeplinum umleið 2.000 fermetrar. Men hvat verður so í nýggja handilsmiðdeplinum?
- Vit hava sjálvir ætlanir um ein stóran matvøruhandil, og so verður eisini ein bakari. Í ovaru hæddini verður pláss fyri fleiri skrivstovum, og ein stórur partur av tí plássinum er longu umbiðin. Men pláss er eisini fyri fleiri handlum, sigur Finn Johannesen.
Stigtakararnir halda, at tørvur er á einum stórum matvøruhandli í bygdini, tí sum nú er, eru tríggir smærri matvøruhandlar spjaddir runt um í bygdini, men við einum størri handli er møguligt at hava eitt breiðari vøruúrval enn við teimum smáu.
Torg til tiltøk
Nýggi bygningurin kemur at liggja, har fótbóltsvøllurin hjá vestmenningum hevur ligið. Tað vil siga beint yvir av Shell-støðina, beint tá ið komið verður til bygdina.
Finn Johannesen sigur, at ætlanir eru eisini um, at eitt stórt torg skal verða í bygninginum, ið skal verða eitt slag av einum miðdepli fyri ymisk tiltøk í bygdini.
- Vit halda, at vestmenningar eru ógvuliga lokalir, og tí ætla vit at skapa eitt pláss, har teir kunnu savnas til ymisk tiltøk. Nú eri eg sjálvur klaksvíkingur og harvið bláur KÍ'ari í hjartanum, og eg havi varhugan av, at allir vestmenningar eru gulir VÍF'arar í hjartanum og stuðla felagnum av øllum alvi. Eitt slíkt torg kann til dømis nýtas til ymisk tiltøk hjá júst VÌF ella eitt nú Agenda 21 felagnum í bygdini, sum jú eisini er ógvuliga aktivt, sigur Finn Johannesen. Hann sigur, at teir vóna, at vestmenningar eisini fara at taka undir við, at eitt slíkt torg kann gerast nýggi mentanarmiðdepilin í bygdini.
Finn Johannesen vil ikki siga nakað um, hvussu nógv nýggi bygningurin kemur at kosta.