- Stóra trotið á arbeiðsmegi í Føroyum, er kanska ein tann størsta hóttanin av øllum ímóti okkara búskapi.
Tað heldur Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum.
Hetta seinasta árið er prísurin at byggja hús og bygningar rokin upp í loft.
Tað eru nógv prógv um seinastu tíðina.
Í Almanna- og Heilsumálaráðnum verður upplýst, at bygningar, sum tey hava við at gera, eru vorðnir 30-40% dýrari enn kostnaðarmetingarnar siga – bara hetta síðsta árið ella so.
Tá ið Skúladepilin í Hovi skuldi bjóðast upp, varð tað av ongum, tí bara eitt einasta byggifelag hevði áhugað at byggja depilin.
Eitt annað gott dømi um hetta sama er, tá ið arbeiðið at byggja fiskivinnuskúlan í Vestmanna, varð boðin út.
Prísurin upp á tey ymsu fakøkini, samsvaraði rættiliga væl við metingarnar.
Men tað varð heilt galið við stórarbeiðstøkuni.
Hana hevði Landsverk mett at kosta 10 milliónir, men tá ið tilboðini vórðu latin upp, var bara eitt boð komið og tað var upp á heilar 18 milliónir.
Sostatt varð arbeiðið næstan tvær ferðir so dýrt, sum metingin segði.
Nógv minni fyri peningin
Avleiðingin av hesum er, at tey, sum byggja, fáa nógv minni fyri peningin, enn tey fingu fyri einum ári síðani.
Jan Mortensen sigur, at hetta er ein avleiðing av, at tað er sera torført at fáa arbeiðsfólk, fyrst og fremst handverkarar, men eisini arbeiðsfólk og tað førir við sær, at lønirnar verða trýstar uppeftir.
Spurningurin er so, hvat kann gerast fyri at bøta um støðuna. Og har eru nógv boð. Eitt boð er at strika handverkarafrádráttin, sum føroyskir handverkarar fáa fyri at arbeiða uttanlands.
Jan Mortensen metir ikki, at tað loysir nakran trupulleika.
- Handverkarafrádrátturin var ein kreppuloysn, men hann er eisini lækkaður aftur. Verður hann strikaður, kunnu handverkarar, sum arbeiða á Keypmannahavnarøkinum, bara búseta seg í Jútlandi, so fáa teir eisini frádrátt.
Men so fær føroyska samfelagið ikki skattainntøkurnar.
Eitt annað uppskot er eisini, at tað almenna drálar við sínum byggiætlanin, til búskapurin er kólnaður aftur.
Men heldur ikki tað heldur Jan Mortensen er ein gongd leið.
-Veruleikin er, at tað almnenna byggir nógv minni nú enn tað gjørdi í áttatiárunum, so har er so lítið at drála við.
Stjórin í Vinnuhúsinum sigur, at besta loysnin er at gera tað lættari hjá útlendskari arbeiðsmegi at koma til Føroya.
- Tá ið okkara fólk fer uttanlands, má okkara egna vinnulív hava møguleikan at fáa útlendingar. Íslendingar ásanna, at bar ikki til at fáa útlendska arbeiðsmegi, hevði samfelagið har, steðgað.
- Spurningurin er so, um vit skulu taka trupulleikan upp ella um vit skulu sita og bíða eftir framtíðini.
Hann sigur, at tað, sum ger hetta til eina so stóran hóttan ímóti okkara búskapi er, at neyðugar útbyggingar verða seinkaðar, dýrkaðar, útsettar ella slett ikki framdar.
Verri at fáa kapping
Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, staðfestir, at tað rætt og slætt er verri at fáa kapping um tey byggiarbeiði, sum eru.
- Ein vanlig avleiðing av tí, er, at prísirnir fara upp.
Men at siga, at allar byggingar eru vorðnar 30-40% dýrari hetta seinasta árið, er ikki ein niðurstøða, sum Landsverk vil skriva undir upp á.
- Men gongdin er tann vegin, leggur hann afturat.
Hann ásannar, at avleiðingin av tí er, at vit fáa minni fyri peningin.
Oyvindur Brimnes sigur, at hetta er ein trupulleiki, sum stovnurin hevur víst Landsstýrinum á og hann heldur avgjørt, at hetta er eitt mál, sum eigur at verða tikið upp.
- Tað eru tríggir møguleikar at loysa trupulleikan. Ein møguleiki er at góðtaka støðuna so at vit eru sinnað at betala meiri fyri tey arbeiði, sum skulu gerast. Ein annar møguleiki er at minka um virksemi og triði møguleikin er at útvega meiri arbeiðsmegi, so at meiri kapping verður tey arbeiði, sum eru.
Hann sigur, at Landsverk hevur sum so onki tilmæli, men kortini mælir hann frá at vit góðtaka støðuna og betala “yvirprís” fyri tey arbeiði, sum eru.
- Vit leggja okkum ikki út í, hvussu trupulleikin verður loystur, men hann eigur at verða loystur, staðfestir Oyvindur Brimnes.