Samskifti millum tey, sum varða av verkætlanin »Skúladeplinum við Marknagil«, nú Glasir, hevur ikki verið nøktandi, siga løgtingsgrannskoðararnir í hvassorðaðum notati
Løgtingsgrannskoðararnir kunnu áleggja grannskoðanini at gera frágreiðingar um viðurskifti, ið løgtingsgrannskoðararnir vilja hava lýst. Og tað hava teir nú gjørt og heitt á Landsgrannskoðanina um at kanna játtanar- og roknskaparviðurskifti hjá verkætlanini “Skúladepil við Marknagil”, nú Glasir, herundir eisini at lýsa útreiðslugongdina fyri verkætlanina.
Landsgrannskoðanin hevur í januar 2017 latið løgtingsgrannskoðarunum notat, og hetta notat hava løgtingsgrannskoðararnir nú latið Løgtinginum saman við sínum viðmerkingum.
– Í hjálagda notati hevur Landsgrannskoðanin greinað játtanar- og roknskaparviðurskiftini hjá verkætlanini “Skúladepil við Marknagil”, herundir eisini lýst útreiðslugongdina hjá verkætlanini.
Løgtingsgrannskoðararnir halda, at viðurskifti, sum eru nevnd í notatinum, eru ikki nøktandi og skulu vísa til hesi niðanfyri:
– Samskifti, í millum tey, sum varða av Skúladeplinum, hevur ikki verið nøktandi.
– Tað riggar illa við fleiri ábyrgdarhavarum. Sum tað framgongur av notatinum, er talan um eitt fløkt ábyrgdarbýti, og tað hevur við sær iva um, hvør veruliga hevur ábyrgd av hvørjum.
– Komandolinjan er ikki nøktandi og hevur í besta føri við sær veikleikar. Tað framgongur eisini av teimum svarum, sum løgtingsgrannskoðararnir hava fingið frá landsstýrisfólkunum, sí svar.
Løgtingsgrannskoðararnir halda, at kunningin, sum er latin fyri Løgtinginum, hevur verið ov sein og hevur ikki altíð verið dagførd.
Løgtingsgrannskoðararnir vísa á, at tað er ein generellur trupulleiki fyri byggiverkætlanir, at tær gerast dýrari enn ætlað. Løgtingið hevur áður viðgjørt hesi viðurskifti, m.a. í Løgtingsmáli nr. 84/20131, sum løgtingsgrannskoðararnir løgdu fyri Løgtingið í 2013.
– Tíðarætlanin fyri byggiverkætlanina hevur ikki hildið. Upprunaliga var ætlanin, at Skúladepilin skuldi verða liðugur við skúlaársbyrjan 2016. 2. februar 2017 hevur Landsverk sent út tíðindaskriv og har kunnað um, at sambært nýggjari tíðarætlan verður skúlin handaður ánaranum í móti sumri 2018.
Tað framgongur eisini av notatinum, at játtanir til verkætlanir illa kunnu nýtast til at stimbra økingina av virksemi í landinum, tí lutfallið millum játtan í fíggjarlóg og nýtslu sama árið, samsvara ikki.
Løgtingsgrannskoðararnir eru:
Jónleif Johannesen, formaður
Óluva Klettskarð, næstformaður
Magnus Rasmussen
Jørgen Niclasen
----
Viðmerkingar frá løgtingsgrannskoðarunum
Viðmerkingar til Glasir – Fíggjarmálaráðið
Viðmerkingar til Glasir – Mentamálaráðið
Viðmerkingar til Glasir – Samferðslumálaráðið










