Bygginevnd fyri Sandoyarhøllina farin til verka

Í gjárkvøldið hevði nýsetta bygginevndin sín fyrsta fund á Meginskúlanum á Sandi. Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, luttók á fundinum og kunnaði um ætlanina. Hon vónaði, at Sandoyggin fær sína ítróttarhøll á sumri í 2011.

Áðrenn farast skal undir arbeiðið, skulu fyrireikingar gerast, og ein verklagslóg skal verða samtykt. Fyrsta uppgávan hjá bygginevndini verður at gera eina sokallaða byggiskrá, sum m.a. gjøllari skal lýsa, hvat ein tílík høll ætlandi skal kunna brúkast til. Longu í morgin fer bygginevndin á kunningarferð at kunna seg um aðrar ítróttarhallir í landinum.

Mentamálaráðið hevur formannin í bygginevndnini, Skúlasambandið hevur valt 2 umboð, B71 eitt umboð og skúlastjórin á Meginskúlanum situr eisini í nevndini. Landsverk er byggiharri og er eisini sekretariat hjá nevndini.