Bygdargenta hvarv í Keypmannahavn

Martin Fjallstein fer at siga frá um Onnu Sofíu í Beiti sum hvarv í Keypmannahavn.

Frásøgukvøld verður á Bátasavninum í Leirvík næsta týskvøld, 21. oktober, klokkan 19.30.

 

Tað verður Martin Fjallstein, rithøvundur, sum við orðum og myndum fer at siga frá um Onnu Sofíu í Beiti.

 

Hetta er søgan um bygdargentuna, sum hvarv í Keypmannahavn í 1870-unum og heimbygd hennara um tað mundið. 

 

- Eisini verður felagssangur, og øll eru vælkomin, siga tey, sum standa aftan fyri forvitnisliga tiltakið í Leirvíkar Bátasavni.