Streymslitið í morgun hevur ávirkað vatnverkini í bygdunum í Tórshavnar Kommunu og á heimasíðu síni mælir kommunan fólki á hesum plássum at kóka drekkivatnið Talan er um vatnverkini í Kollafirði, Syðradalur, Norðadalur, Hesti og Nólsoy, sum vóru óvirkin í umleið ein hálvan tíma sambandi við streymsliti.
- Mælt verður til at kóka drekkivatnið í nevndu økjum, inntil onnur boð verða givin, sigur Tórshavnar Býráð.
Vatnverkini í Villingadali og Havnardali hava sína egnu streymveiting og tí eru ikki ávirkaði av streymslitinum. Tí er ikki neyðugt at kóka drekkivatnið í Havn, Argjum, Norðasta Horni, Hoyvík, Hvítanesi og á Hjalla. Ei heldur á Velbastað og í Kalbak.










