Bussvanlukka í Albania kravt 14 mannalív

Í minsta lagi 14 fólk doyðu, og 20 onnur fingu skaða í einari ógvusligari bussvanlukku í Albania í gjár. Tað stendur um lív hjá minst átta av teimum skaddu. Vanlukkan hendi, tá bussurin var á veg frá býnum Durres til býin Fushe Arrez, sum er har norðuri í landinum.

Løgreglan sigur, at tað var bæði torusláttur og gloprarregn, og í illveðrinum fór bussurin av vegnum og 300 metrar oman brekkuna.

Maðurin, sum koyrdi bussin, er illa skaddur og kann ikki avhoyrast enn. Tí veit løgreglan ikki við vissu, hvussu mong fólk vóru í bussinum, tá vanlukkan hendi, skrivar Reuters.