George W. Bush, forseti, er ørkymlaður av ætlanini hjá komandi sponsku stjórnini at taka teir sponsku hermenninar úr Irak.
-Tað er av avgerandi týdningi, at vit standa saman um at hjálpa irakska fólkinum. Al-Qaeda vil hava okkum at fara úr Irak, tí teirra ætlan er, at demokratiið og frælsið skulu tapa stríðið, segði Bush aftan á ein fund við niðurlendska forsætisráðharran, Jan Peter Balkamende.
Amerikanski verjumálaráðharrin, Donald Rumsfeld, stúrir ikki so nógv fyri ætlanini hjá komandi sponsku stjórnini, tí hann heldur ikki, at tað verður nakar trupulleiki at fáa hermenn úr øðrum londum ístaðin fyri teir sponsku.
-Eg vænti, at onnur lond fara at hugsa øðrvísi enn Spania. Eg vænti, at fleiri fara at bjóða seg fram, segði Rumsfeld við BBC í gjár.
Samstundis vísir ein meiningakanning, at flestu evropearar halda minni av USA nú enn undan krígnum í Irak. Í Fraklandi og Týsklandi siga ávikavist 37 og 38 prosent, at tey eru nøgd við USA og tess politikk. Fyri einum ári síðani vóru hesi tølini 43 og 45 prosent og fyri tveimum árum síðani 63 og 61 prosent.
MYNDATEKSTUR:
Bush, forseti, eggjar teimum sameindu hjá USA til at standa saman í Irak.
At seta í 1-teigaðan ramma:
__________________________________
Umframt USA hava hesi lond hermenn í Irak: Tølini eru pr. 1. mars 2004:
Bretland 11.000
Italia 2.700
Ukraina 2.000
Spania 1.300
Póland 1.300
Niðurlond 1.100
Avstralia 1.000
Suðurkorea 700
Rumenia 700
Danmark 496
Bulgaria 470
Teiland 460
Honduras 370
El Slavador 360
Dom. Lýðveldið 300
Nikaragua 270
Mongolia 180
Aserbajdjan 150
Noreg 150
Portugal 130
Litava 105
Slovakia 105
Filipsoyggjar 95
Kekkia 80
Albania 70
Georgia 70
Ný Sæland 60
Estland 55
Kasakstan 30
Makedonia 28
Moldova 24
____________________