Bush hóttir heimsbúskapin

Amerikanski forsetin er ein størri hóttan ímóti heimsbúskapinum enn heimsfriðinum, sigur landsmaður hansara Joseph Stiglitz, sum fekk Nobelheiðurslønina í búskapi í 2001

BÚSKAPUR

Í samrøðu við týska blaðið Frankfurter Rundschau leggur Joseph Stiglitz stjórnina hjá Bush forseta undir ábyrgdarloysi.
? Tá stjórnin kom framat, svaraði avlopið á landsins fíggjarlóg til tvey prosent av bruttotjóðarframleiðsluni, men í dag hevur fíggjarlógin eitt hall, sum er fimm prosent av framleiðsluni. Tað er ábyrgdarloysi, sigur tann viðurkendi búskaparfrøðingurin, sum fekk Nobelheiðurslønina í 2001.
Hann vísir á, at eit er, at USA hevur 477 milliardir dollarar í halli á fíggjarlógini í ár, men harafturat kemur, at landið hevur ovurstórt hall á handilsjavnanum. Og hetta viðkemur ikki bara amerikanarunum, sigur Joseph Stiglitz, sum vísir á, at politikkurin hjá Bush-stjórnini hevur styrlt evruna og gjørt dollaran veikari við tí úrsliti, at ES-londini fáa trupulleikar við útflutninginum.
? Bush er ein hóttan fyri heimsbúskapin, men tað leggur hann einki í. Hann setir áhugamálini hjá amerikanarunum oman fyri alt annað og letur hin partin av heiminum sigla sín egna sjógv, sigur Joseph Stiglitz við Frankfurter Rundschau.