Burn: VÍF vann 1. FM-hálvfinaluna móti Team Klaksvík

Sunnukvøldið klokkan 19 hittast liðini aftur í høllini í Vestmanna

Vinnarin av grundspælinum í Burn mansdeildini, VÍF ferðaðist í kvøld norður til Klaksvíkar at spæla 1. FM-hálvfinaluna móti Team Klaksvík.

 

Tað endaði við einum 31-26 sigri til VÍF. Tað var tó Team Klaksvík sum var á odda 14-13 í steðginum. 

 

Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin var VÍF á odda 23-19. Team Klaksvík fekk nakað av spenningi í uppgerðina aftur tá teir tá færri enn seks minuttir vóru eftir minkaðu til 24-26. Tá tók VÍF eitt leikbrá, og seinastu løtuna var VÍF greitt omaná.

 

Liðini hittast til 2. FM-hálvfinaluna í Vestmanna komandi sunnukvøld klokkan 19. Vinnur VÍF vinna vestmenningar seg í FM-finalurnar. Vinnur Team Klaksvík verður triðja og avgerandi FM-hálvfinalan leikt í høllini í Vestmanna, hóskvøldið 20. apríl klokkan 19.30.

 

HER er dómaraseðilin frá HSF frá 1. FM-hálvfinaluni:

 

##med2##