Tá klokkan í høllini í Vestmanna vísti 59:57 sendi Tony Weyhe bóltin í málið fyri KÍF til støðuna 21-20 til KÍF, og so kundu kollfirðingar stórfegnast um at hava vunnið samlaðu FM-hálvfinalu uppgerðina móti arvafíggindanum, VÍF.
21-20 sigurin hjá KÍF í Vestmanna í kvøld merkir, at KÍF vinnur hálvfinaluuppgerðirnar 2-1, og teir møta harvið H71 í FM-finalunum, har spælt verður best av fimm dystum.
KÍF var á odda 11-9 í steðginum. Tá tríggir minuttir vóru eftir av dystinum javnaði Andrias Eriksen til 20-20, og so gingu nærum tríggir minuttir áðrenn Tony Weyhe gjørdist fólkahetja í Kollafirði.
Filip Jojic var toppskjútti hjá VÍF, og Rasmus Søby var toppskjútti hjá KÍF. Teir skutu seks mál hvør.
HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:
##med2##